Vilhjálmur Gregoriussen

Nú Vilhjálmur fórst í hesi syndarligu vanlukku, sum hevur skelkað og nomið so sáran við hvørt mansbarn í landi okkara, eru her nøkur fátak minningarorð, skrivað við sera tungum sinni.

Viljhálmur varð úr góðum bergi brotin. Langabbin í móðirlegg var hin skilvísi og kendi Vilhelm Mohr, ið búði á Skansagarði í Havn, har Vilhjálmur eisini búði og vaks upp síni fyrstu barnaár. Abbin var Gunnar Mohr býráðsskrivari. Hin langabbin var hin múgvandi skómakarin, Ísak Joensen, ættaður úr Mykinesi. Omman Brynhild andaðist fyri stuttum, 99 ára gomul.

Langabbin í faðirætt var smiðurin Sigmundur Arge, ið var yngsti bróður til Jákup Andrias Arge, Jampan, ein av gomlu undangongumonnunum í Havn. Omman var Olivia, Liffa, úr Søljuni, og har var Vilhjálmur ofta á gátt sum smádrongur.

Hin langabbin var Jákup Pauli uppi í Trøð í Kvívík, og Magnus Gregoriussen var abbi Vilhjálms. Skaldið og fosturlandsvinurin Joan Petur uppi í Trøð var langabbabeiggi Vilhjálms. Orðini hjá Joan Peturi uppi í Trøð: Líða vit Gud og lóg og rætt, og dyrka vit vísdómsond, tá birtist hjá føroyingum ljósari tíð at skína frá strond til strond, verða sett her, Vilhjálmi til minnis og heiður.

Umframt at vaksa upp úti á Skansagarði, vóru Vilhjálmur og bróðurin Gunnar fleiri ár úti í Skúgvoy hjá fólkunum á Skipagøtu. Har fingu teir gott í beinini.

Komin til mans fór Vilhjálmur til skips við “Fame” við gitna skiparanum John Dam sála. Tað er mær sagt, at John var sera fegin um, hvussu væl Vilhjálmur royndist og hvussu skarst.

Eftir lokna skipsføraraútbúgving starvaðist Vilhjálmur í fleiri ár sum ráðgevi í sjóvinnuútbúgvingini í Mentamálaráðnum. Men Vilhjálmur vildi náa longri, fór at lesa víðari. Umframt at vera skipsførari, nam hann sær fleiri hægri útbúgvingar innan KT, búskap og leiðslu. Hann bleiv stjóri á Skipaeftirlitinum og nú fyri ári síðan tilnevndur stjóri á Vinnuháskúlanum. Hann gleddi seg nógv til at fremja hesa fyri samfelag okkara so týðandi uppgávu, og førleikan hevði hann góðan. Hann varð ryktur úr hesum heimi meðan lív og virki hansara var í størsta blóma. – Men, sum sagt verður, maður kemur í mans stað, lat okkum vóna, at so verður.

Við hesum fáu orðum fari eg at senda tykkum, Súsan, Andrias, Grimhild, Gunnari, Angeliu, Anniku og familjum tykkara boð um djúpastu samkenslu. Gott fylgi tykkum øllum.

Tá ið soleiðis er við andlát, at orð ikki røkka ella hava nakran veruligan ugga við sær, ber til at bera ørindini hjá stórskaldi okkara, Janusi, Vilhjálmi til áminningar:

Ungur fórst tú felagsbróðir
Tú var drongur aðalgóður

og

Har ljós brenna fá undir lágari lon,
sæst gjølla, tá eitt av teim slóknar –
Tá maður verður fúkandi fon,
hitt fámenta liðið hoknar.

–––

Vinir vit vóru tey farnu ár –
– vinir koma og fara –
ei sømir monnum at fella tár,
tá ið tynnist í vinarskara.
------------------------------

Farbróðir tín Palli