Vilja avmarka talið á fosturtøkum

Kvinnur, sum umhugsa fosturstøku, skulu hava eitt nummar at ringja til, sum altíð skal svara, stendur í einum uppskoti, sum er lagt fyri Løgtingið

Nú skal ein serlig ráðgeving setast á stovn fyri tær kvinnur, sum hugsa um at fáa framt fosturtøku. Tað heldur Miðflokkurin og teir báðir tingmenninir hjá flokkinum, Jenis av Rana, og Bill Justinussen, hava nú lagt uppskot fyri Løgtingið um tað. 

 

Endamálið við ráðgevingini er at fáa talið á fosturtøkum so langt niður, sum tilber. Ráðgevingin skal útgreina tørvin hjá kvinnum ella pørum, ið umhugsa fosturtøku, og seta tey í samband við stovnar og serkøn, ið kunnu veita neyðugu hjálpina, bæði fíggjarliga hjálp, læknaliga hjálp, sálarliga hjálp og hjálp til at ættleiða barnið burtur. 

 

– Ein og hvør lækni, sum skal taka støðu í einum fosturtøkumáli, skal hava skyldu til at kunna kvinnur ella pør, sum umhugsa fosturtøku, um ráðgevingina, áðrenn møgulig fosturtøkutilgongd verður byrjað. Men einstaklingar og pør, ið hugsa um at fáa fosturtøku, skulu eisini kunna venda sær beinleiðis til ráðgevingina. 

 

Í løtuni bjóða Gigni, og felagsskapurin, Pro Vita, kvinnum, og hjúnum, sum umhugsi, ella eru í iva um fosturtøku, ráðgeving. 

 

 – Tey, ið røkja hesa uppgávu, gera eitt megnar arbeiði og nýggja ráðgevingin er ikki ætlað at koma í staðin fyri hana, men afturat, og endamálið er, at fólk skulu hava eitt nummar at ringja til, sum altíð svarar, og eitt starvsfólk í almannaverkinum, skal altíð vera tøkt. 

 

Kostnaðurin av uppskotinum er ringur at meta frammanundan, men leysliga mett fer tað at kosta nakrar milliónir um árið. Men verður hugsað um, at hetta kann bjarga lívum, sum teir málbera seg, verður trupult at finna rætta krónutalið, siga teir báðir løgtingsmenninir.