Tað er einki dulsmál, at stór ósemja hevur verið handfaringina av kærumálum í FSF, síðani bygnaðurin varð umskipaður.
Og tað tykist eisini, sum halda tey í FSF ikki, at málsviðgerðirnar í fyrst og fremst Aganevndini hava verið á nøktandi støði.
Í øllum førum verður staðfest í Gleipnir-brævinum, at FSF fer at hyggja eftir teimum mannagongdum, sum hava verið nýttar. Hetta fyri at tryggja, at tilgongdin og málsupplýsingin verður á nøktandi støði.
- Tað merkir væl, at vit ikki hava verið heilt nøgdir. Tað, sum tað í hesum sambandi snýr seg um, er at fólk kenna seg rættvíst viðfarin. Sum ovasti fótbóltsmyndugleiki er tað okkara uppgáva at tryggja, at eingin kennir síni rættindi trakðað, sigur Høgni í Stórustovu, FSF-forseti.
Hinvegin verður eisini víst á, at partarnir innan føroyskan fótbólt eiga at góðtaka og virða tann bygna, sum er gjørdur.
Tað verður í hesum sambandi Kappingarnevndin, sum fer at gjøgnumganga allar kappingarreglur fyri at tryggja, at neyðugt samband er ímillum alt regluverkið, verður sagt frá FSF.