TF Holding hevur tryggjað sær forkeypsrætt, soleiðis at tey kunnu keypa tey seinastu 30 prosentini av Eik, sum Finansiel Stabilitet eigur, um onkur skuldi bjóðað upp á tann partin.
- Vit ynskja at eiga 100 prosent av Eik og hava tryggjað okkum, at vit kunnu keypa seinastu 30 prosentini um eitt boð skuldi komið, fyri sama prís sum boðið ljóðar upp á, sigur Regin Hammer, stjóri í TF Holding.