Vilja einskilja ein stóran part av Landsverki

Øll eru ikki samd í tí, men Landsstýrismaðurin boðar frá stórum broytingum hjá Landsverki

Ein stórur partur av virkseminum hjá Landsverki eigur at verða einskilt, soleiðis at tað verður privatar fyritøkur, sum fara at røkja tær uppgávurnar. Tað halda Løgtingslimir úr samgonguni.

 

Løgtingið hevur viðgjørt eitt uppskot um at játta pening til Glasir, soleiðis, at skúladepilin kann verða liðugur. Og tað var ikki smávegis høgg, bæði samgongan, og Landsverk, fingu yvir seg, tí ætlanin at byggja Glasir, hevur gingið so illa við teirri avleiðing, at hann nú kostar nógvar ferðir meiri enn ætlað.

 

Og í hesum sambandi spurdi Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, um besta loysnin ikki bara hevði verið at einkilt Glasir og at lati allar uppgávurnar upp í hendurnar á privatum at gjørt. Partamaður hennara, Jacob Vestergaard, heldur, at hetta er ein áhugaverdur spurningur, og hann er samdur í, at privatir veitarar eiga at fáa ein stóran part av teimum uppgávum, Landsverk hevur.

 

Hinvegin er Ruth Vang úr Framsókn, ikki samd. Hon vísir ikki aftur, at ávísar uppgávur hjá Landsverki kunnu verða útveittar til privat. Men hon er sannførd um, at tað er neyðugt, at tað er tað almenna, sum hevur fatur á endunum.

 

Heðin Mortensen, landsstýrismaður, sum hevur Landsverk undir sær, vísir á, at støðan á Glasir hevur longu fingið avleiðingar, tí stjórin á Landsverki er farin úr starvi, og annars eru eingi eftir av teimum fólkum á Landsverki, sum hava havt við Glasir at gera.

 

Hann vísir á, at sama leiðsla á Landsverki, sum hevur havt við Glasir at gera, hevur eisini havt við nýggja bygningin hjá Landssjúkrahúsinum at gera, og nú vísir tað seg, at eisini hann verður tíggjutals milliónir krónur dýrari enn hann skuldi vera.

 

Hann leggur afturat, at talan verður um stórar bygnaðarbroytingar á Landsverki, og fram yvir verður tað ikki Landsverk, sum fer at standa fyri stórum verkætlanunum, tí tað hevur hann ikki arbeiðsorku til. Tí verður tað neyðugt at finna aðrar skipanir, tá ið stór verkløg skulu byggjast, leggur hann afturat.