Vilja framtíðartryggja Heilsumiðstøðina í Vági

Kommunurnar í syðru helvt av Suðuroynni hava bjóðað landsstýriskvinnuni í heilsumálum, Súsonnu Bertholdsen, á fund

- Endamálið við fundinum við Súsonnu Bertholdsen er framløga av arbeiðnum í samband við framtíðarvirksemið á Heilsudeplinum í Vági, sum verður ein vital miðstøð fyri borgarar, ið hava brúk fyri heilsubót, fakligari ráðgeving og heilsutænastum sum heild.

Tað eru Hovs kommuna, Porkeris kommuna, Vágs kommuna og Sumbiar kommuna, sum í felag eiga og reka Heilsumiðstøðina í Vági, har tað í dag starvast tveir kommunulæknar og ein útbúgvingarlækni. 

Kommunurnar hava í longri tíð arbeitt við einari ætlan um, hvussu verandi Heilsumiðstøð skal framtíðartryggjast fyri at gerast ein heilsudepil og harvið økja talið av læknum og bjóða fleiri heilsutænastur.

Kommunurnar vísa á, at staðsetingin verður hin sama sum í dag, tí Heilsumiðstøðin liggur sentralt í Vági; her eru góð parkeringsviðurskifti, dupult bussskjól er staðsett á økinum, og harumframt er gott busssamband millum bygdirnar.

Fyrr í ár vóru umboð fyri kommunustýrini og kommunulæknarnar í Suðuroynni ein túr norðanfjørðs og vitjaðu fleiri læknaviðtalur.

- Endamálið við túrinum var at fáa íblástur og síggja, hvussu aðrar kommunur skipa sína læknaviðtalu og heilsutænastu. 

Kommunurnar í syðru helvt av Suðuroynni vísa á, at út frá hesum túri verður arbeitt við tveimum tilgongdum, har talan er um bæði útbygging og umbygging, og endamálið er eitt nú at tryggja, at heilsutænastur kunnu bjóðast undir tryggum, nútímans og væl útgjørdum kørmum, bæði fyri starvsfólk og borgarar. 

- Við komandi útbyggingini er dentur lagdur á at betra um arbeiðsumstøðurnar hjá kommunulæknum og øðrum starvsfólki, so tænasturnar kunnu haldast á einum høgum fakligum støði, nú og í framtíðini, siga kommunurnar.