Tað má verða bíligari at liva í Føroyum!
Tað halda tær báðar tingkvinnurnar, Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi, og Rigmor Dam úr Javnaðarflokkinum.
Tískil hava tær báðar lagt uppskot fyri Løgtingið í dag um at gera tað bíligari at liva í Føroyum.
Tað, tær báðar vilja, er, at landsstýrið skal kanna, hvørji tiltøk kunnu setast í verk fyri at gera tað bíligari at liva í Føroyum.
Tær báðar staðfesta, at tað er ov dýrt at liva í Føroyum.
- Orsøkirnar til hetta eru fleiri, eitt nú einstáttaður innflutningur, flutningskostnaður, avgjøld, ógjøgnumskygni, vantandi kapping og príseftirlit.
Búskaparfrøðingurin Heri á Rógvi hevur kannað kostnaðarstøðið í Føroyum og aðrastaðni í Evropa og úrslitið var, at Føroyar er dýrasta land í Evropa og Danmark er næstdýrast.
- Serliga hava lág- og miðalinntøkubólkarnir ilt við at fáa endarnar at røkka saman, samstundis sum hægstu inntøkubólkarnir hava fingið størri fíggjarligt rásarúm við flatskattinum, staðfesta tær báðar.
- Talan er um álvarsmál fyri gerandisdagin og trivnaðin hjá føroyskum familjum og húsarhaldum, og um kappingarførið fyri føroyska vinnu.
Tí halda tær báðar tingkvinnurnar, at tað er alneyðugt at munagóð stig verða tikin sum skjótast fyri at gera tað bíligari at liva í Føroyum.
Hetta er eisini neyðugt fyri at fyribyrgja fólkaflyting og fyri at eggja fólki at flyta til Føroyar.
- Eisini fyri vinnuna er tað ein stórur bági, at føroyskt vinnulív má rinda nógv meira fyri vørur og tænastur, herundir rentur av lánum, enn kappingarneytarnir.
Bjørt Samuelsen og Rigmor Dam halda, at tað er neyðugt at kanna, um tað passar, sum sagt verður, at avgjøldini eru so høg í Føroyum, at aðrir marknaðir ikki eru áhugaðir í føroyska marknaðinum, og at danir krevja, at vit brúka teirra dýrkandi millumlið.
Tær báðar meta, at kanningin fer at kosta eina millión og tær skjóta upp, at peningurin verður tikin av teimum seks milliónunum, sum eru játtaðar til at fyrireika Eysturoyartunnilin í ár, ella av teimum seks milliónunum, sum eru settar av til sama endamál næsta ár.