Barnavernd
Skal Suðuroyggin verða eitt barnaverndarøki, ella tvey?
Hetta er ein spurningur, sum tær sjey kommunurnar í Suðuroy nú royna at finna útav.
Men tað tykist sum um at meiriluti er fyri at skipa alla oynna í eitt barnaverndarøki.
Annars legði Vágs Býráð upp til at skipa Suðuroyar syðru helvt í eitt barnarverndarøki, sum sostatt skuldi umfata tær fýra kommunurnar, Sumba, Vágur, Hov og Porkeri.
Men Porkeris Kommuna svaraði aftur, at tey vildu heldur hava alla oynna í eina kommunu og samstundis bjóðaðu tey eini felags barnavernd í Suðuroy innivist í nýggju ráðhúsunum í Porkeri.
Mánakvøldið viðgjørdi Tvøroyrar Býráð so málið á fundi.
Har varð upplýst at hvørki sumbingar, hovbingar ella porkenningar vóru sinnaðir at ganga Vágs kommunu á møti, men vildu hava eina felags barnavernd.
Og á fundinum mánakvøldið samtykti Tvøroyrar Býráð eisini einmælt at taka undir við uppskotinum um at gera eina felags barnavernd fyri alla Suðuroy.
Býráðslimir á Tvøroyri hildu, at skuldi tosast um meiri samstarv ímillum kommunurnar í Suðuroy, var hetta eitt sjálvsagt mál at samstarva um.
Ætlanin er so, at ein sosial deild við fakfólki í barnaforsorg skal setast á stovn í Suðuroy.
Tað skulu vera minst 1500 fólk í hvørjum barnaverndarøki.