Ein lítil meiriluti av íslendingum halda, at myndugleikarnir eiga at skipa fyri einari fólkaatkvøðu, har fólk skulu fáa høvið at taka støðu til, at stjórnin skal halda fram við samráðingunum við ES um limaskap í samveldinum.
Í einari meiningakanning siga 57,9 prosent av teimum spurdu, at tey vilja hava fólkaatkvøðu um spurningin. 42,1 prosent siga nei.
Fyrradagin feldi Altingið eitt uppskot um at hava fólkaatkvøðu um ES-samráðingarnar sama dag, sum fólkaatkvøða verður um broytingar í íslendsku stýrisskipanini. Meiningakanningin vísir, at veljararnir hjá stjórnarflokkunum eru ímóti at koyra spurningin um ES-samráðingarnar til fólkaatkvøðu, meðan teir flestu veljararnir hjá andstøðuni eru fyri. Eisini vísir kanningin, at tað eru serliga kvinnurnar, sum vilja hava fólkaatkvøðu um, hvørt ES-samráðingarnar skulu halda fram ella ikki.