Á sølustevnuni á Tvøroyri snýr tað mesta seg um at selja.
Men nakrir framsýnarar eru, sum ikki hava nakað at selja - í hvussu so er ikki fyri fyri pengar.
Ein av teimum er Tekniski skúli. Og tað er ikki ofta, at ein skúli er við á eini handils- og sølustevnu.
Men tað ger tekniski skúlin heusferð.
? Vit gera tað, tí vit vilja fegin hava fatur á teimum ungu í Suðuroynni, sigur Mogens Brix, sum er umsitingar og fíggjarleiðar á tekniska skúla.
Hann sigur, at á básinum fara fólk frá Tekniska Skúla at fortelja teimum ungu frá teimum útbúgvingum, sum skúlin hevur at bjóða.
Ikki minst fer skúlin at fortelja um tað nýggju SIT útbúgvingina og, hvørjar møguleikar annars eru á tekniska skúla.
SIT er ein miðnámsútbúgving ájavnt handilsskúlanum og Studentaskúla.
Men hon er meiri vend ímóti handverkarafakinum.
? SIT útbugvingin ber í sær, at ein ungur kann fáa sær eina handverkaraútbúgving, uttan at tryggja sær lærupláss frammanundan.
Men skal ein í vanliga læru, skal hann, ella hon hava lærupláss frammanundan.
Hinveginer SIT viðurkend sum byrjanin til handverkaralæruna.
Í løtuni fáast SIT útbúgvingar í el-, træ og maskinfakunum.
Mogens Brix sigur, at tann føroyska SIT útbúgvingin er góðkend í Danmark so at aftaná SIT í Føroyum, kann halda fram við hægri lestur.
Mogens Brix er væl nøgdur við sølustevnuna á Tvøroyri og teir siga, at nógv fólk hevur verið á básinum.
Umframt á vanligu sølustevnuni, var framsýningin opin fyri skæuaflokkum í gjáramorgunin, og har var fitt av ungdómi og hugdi.
Men endamálið við vitjanini á Tvøroyri hjá Tekniska Skúla, er eisini at koma á tal við meistarar at kunna teir um ymsar broytingar, sum eru við at henda.
T.d. at teir nú fáa 100 endurgjald fyri lærlingalønina í skúlatíðini.