Vilja hava fleiri føroyingar til Skotlands

Lock Ness ódjórið og ein sekkjapípuspælari seta í hesum døgum ein serligan skotskan dám á SMS. Tað er Smyril Line, sum skipar fyri einum skotskum ferðavinnuátaki

Skotland er á breddanum hjá Smyril Line í SMS í hesum døgum. Í dag, í morgin og leygardagin verður Smyril Line á torginum í SMS, har fokus verður sett á Skotland.

- Hetta er fyri at fáa fleiri føroyingar at ferðast til Skotlands, sum er eitt sera spennandi land. Har er nógv at uppliva, og tað er bíligt at ferðast higar, greiðir Oda Andreasen, søluleiðari fyri Føroyar, frá.

Á básinum hjá Smyril Line í SMS er eisini umboð fyri Visit Scotland, sum greiða fólka frá ferðamøguleikum í Skotlandi.

Tað var í fjør at Smyril Line tók uppaftur skotlandssiglingina til Scrabster í Norðurskotlandi, har Smyril sigldi í gomlum døgum. Oda Andreasen sigur, at hendan nýggja farleiðin varð væl móttikin, og at nógv fólk nýttu hendan møguleikan. Í ár hava eins nógv fólk bílagt sær ferðaseðlar handanvegin, so Smyril Line væntar sær nógv av hesi nýggju rutu.

Tiltakið hjá Smyril Line í SMS er í dag til kl 17. Í morgin, flaggdagin eru tey á Torginum frá kl 10 til 12 og leygardagin frá klokkan 10 til 19. Lock Ness Ódrjórið – sum í eini fittari útgávu vanliga verður kallað Nessie, vitjar eisini í hesum døgum. Nessie fer at ganga runt í SMS og heilsa upp á børnini, og ein sekkjapípuspælari fer eisini at seta ein serligan skotskan dám á tiltakið. Kappingar verða eisini hvønn dag, har til ber at vinna eina bilpakka fyri fýra til Skotlands. Tey trekkja kappingarnar klokkan 15 í dag, klokkan 11 í morgin og kokkan 18 leygardagin.

Tey frá Smyril Line verða eisini í Gongutøguni í Havn í morgin, flaggdagin, har Nessie eisini verður við. Oda Andreasen sigur, at tey fara at hava ein bás við Eik banka í Gongutøtuni – men fara annars ikki at órógva flaggdagshaldið – men at tosa við fólk, sum verða í býnum.