Vilja hava fleiri føroyskar næmingar

Í Marieagerfjørðinum í Norður-Jútlandi í Danmark eru heilir fýra eftirskúlar. Ein av hesum skúlunum er "Alterna". Sum navnið boðar frá, so er talan um ein alternativan skúla.

Ein føroyingur starvast á Alterna, nevnliga Trygvi Vestergaard Dam úr Havn.

Trygvi Vestergaard Dam og skúlastjórin hjá Alterna, René Ottesen vóru í Føroyum í farnu viku, fyri at fáa fleiri føroysk ungfólk at melda seg til tann kristna eftirskúlan.

- Skúlin leggur herðslu á góðan disiplin, og byggir á tann kristna siðaarvin, og skúlin loyvir t.d. ikki rúsdrekka millum næmingarnar. Hvørt ár ferðast næmingarnir til fjarskotin og fátøk lond, eisini fyri at læra hvussu gott vit hava tað í Danmark og í Føroyum.

Fyri at fíggja ferðina fara næmingarnir burtur frá skúlanum í 9 vikur, fyri at arbeiða fyri at fíggja uttanlandsferðina. René Ottesen leggur herðslu á, at tað er gott, at tey ungu læra at arbeiða fyri sínum málum, og ikki fáa alt borðreitt á einum silvurfati.

René Ottesen leggur eisini stóra herðslu á at fáa føroyskar næmingar til skúlan: - Føroyingar eru so róligir og siðiligir, óivað er tað sterka sambandið føroyingar hava við náttúruna, sum ger, at teir síggja øðrvísi uppá nógv ting, enn danskir næmingar.

Tað ber til at hoyra eina samrøðu við René Ottesen og Trygva Vestergaard Dam í ljóðbrotinum undir greinini.