Í kirkju okkara kunnu vit gleðast um arbeiðið, sum allir kirkjutænarar gera í trúfesti, ár út og ár inn. Fyri at henda tænasta ikki skal vera alt ov bindandi fyri tann einstaka, verður mangastaðni roynt at finna fleiri at røkja hana. Men at spæla urgu krevur førleika, sum ikki er líka vanligur millum manna, sum neyðugi førleikin at vera klokkari ella deknur. Tí hevur ofta verið serliga torført at finna urguleikara. Eisini á hesum øki er nú vón fyri stavn. Summastaðni hava kvøldskúlar í nøkur ár havt undirvísing í urguspæli, eitt nú í Havn og á Tvøroyri, men í samstarvi við kvøldskúlarnar kring landið hevur tað í ár verið møguligt at skipa skeið í urguspæli at kalla um alt landið:
Norðuroyggjar: Jóhanna Johannesen, Klaksvík
Eysturoy: Heðin Kambsdal, Fuglafirði
Streymoy: Oddvør Johannesen, Tórshavn
Vágar: Martin Pollard, Sandavági
Sandoy: Wilhelmina Larsen, Dali
Suðuroy: Jens Mortan Mortensen, Hvalba
Nú er tað vón okkara, at bæði verandi urguleikarar, sum meta seg at hava tørv ella nyttu av tí, nýta høvið at gerast enn betur, og onnur áhugað fyri urguspæli og kirkjutónleiki somuleiðis halda seg framat.
Hjá mongum ? ikki minst skúlaungdómi ella lærlingum, sum ynskja at taka lut ? kunnu ferðaútreiðslur í sambandi við undirvísing ella luttøkugjald kennast sum týðandi eykaútreiðsla. Í slíkum føri hava kirkjuráðini høvi at hjálpa næmingum, sum taka lut við kirkjuspæli fyri eyga.