Vilja hava føroyingar at hyggja eftir villblómum

Øll kunnu vera við, nú villblómudagar verða tveir dagar nú í juli

Tveir dagar nú í juli, fríggjadagin 11. juli og sunnudagin 13. Juli, vera villblómudagar í Føroyum.

Tiltakið er ókeypis og krevur ongar fortreytir.

- Øll kunnu vera við og tað krevst eingin forkunnleiki til plantur, sigur Lívfrøðingafelagið, sum skipar fyri.

 

Villblómudagar eru eitt felags norðurlendskt tiltak, har fólk í fáa møguleika at fara út í náttúruna at hyggja at villum blómum við einum kønum ferðaleiðara.

 

- Endamálið við degnum er at kunna um staðbundnu føroysku floruna og at skipa fyri uttandura virksemi, ið varpar ljós á villblómur og at gevur plantuáhugaðum ókeypis náttúruupplivingar, sigur felagið.

 

- Ein túrur út í náttúruna verður meiri áhugaverdur, jú meira ein veit um tað, ið ein sær.

Í ár verða tríggir túrar, tveir í Tórshavn og ein á Strondum, men kanska verða fleiri túrar seinni.