Tað skal vera ólógligt hjá ungum undir 18 ár at brúka solarium. Bæði Fólkaheilsuráðið og Krabbameinsfelagið taka undir við ætlanini hjá Karsten Hansen, landsstýrismanni í heilsumálum, um at gera tað ólógligt at lata ung undir 18 ár, sleppa at brúka í solarium.
Heilsumálaráðið hevur arbeitt í fleiri ár við einum uppskoti, men politiskt hevur gingið strilti at fáa undirtøku fyri tí. Og nú uppkskotið er klárt at leggja fyri Løgtingið, má Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, ásanna, at Fólkaflokkurin tekur ikki undir við tí ogsostatt er uppskotið steðgað.
Les eisini: Forða ætlan um at fyribyrgja krabbamein
Jákup N.Olsen, formaður í Krabbameinsfelagnum, sigur, at hann vónar framvegis, at tað verður samtykt, tí tey eru sannførd um, at sum støðan er nú, er tað einasta rætta at seta forboðið í gildi.
- Vit eiga at verja tey ungu, tí tey hava viðbrekna húð og strálurinar elva til krabbamein. Og so leingi vit einki betri hava, mæla vit til at seta forboð, sigur hann.
Tí standa vit við tilmælið um at bannað ungum undir 18 ár at brúka solarium og tí vóna tey í Krabbameinsfelagnum, at uppskotið verður lagt fram aftur.
Pál Weyhe í Fólkaheilsuráðnum er samdur. - Bæði Fólkaheilsuráðið og Landslæknin hava mælt til forboð, tí strálurnar eru krabbameinselvandi. - Tí halda vit, at so leingi ung ikki eru myndug, eigur samfelagið at taka ábyrgd. Tá ið tey eru 18 ár og myndug, eru støðan ein onnur, tí tá er avgerðin teirra egna.
Les eisini: Karsten Hansen roynir aftur
Hann veit, at nógvum dámar ikki forboð, men hann heldur ikki, at tað ábyrgdin kann leggjast á foreldrini einsamøll, tí tað er veruleikafjart at hugsa sær, at tey kunnu hava eftirlit við børnunum niður í smálutir.
|