Nú skal støða takast til um flogvøllurin í Vágum skal byggjast út, ella ikki.
í Fjør vórðu kanningar gjørdar um møguleikarnar og kostnaðin av at seta upp ein ?glíðibanaanlegg³ á flogvøllinum og at leingja flogvøllin 200 metrar, úr 1.250 metrum, uppí 1.450 metrar.
Beint fyri jól varð úrslitið av kanningini handað vinnumálastýrinum í Tinganesi um.
Nú verður so arbeitt víðari við málinum.
Men avgerðandi fyri niðurstøðuna verður, hvørjar framtíðarætlanir, føroyingar hava við flogvølli her á landi.
Tí tað skilst, at tað verður trupult at fáa ferðslumálaráðið at gera íløgur í Vágum, um føroyingar um stutta tíð kortini gera av at byggja nýggjan flogvøll á Glyvursnesi.
Tvs, at íløgur verða ikki gjørdar í flogvøllin í Vágum uttan so, at føroyingar gera av, at Vágar Floghavn verður framtíðar flogvøllur okkara.
Ongin avgerð tikin
Theo Rabenberg í danska ferðslumálaráðnum, sigur, at eingin avgerð er tikin um hvørki eitt ella annað.
Men nú vit hava fingið frágreiðingina, vænti eg vit fara at hyggja at málinum, sigur hann.
Møguligu útbyggingarnar í Vágum eru í tveimum.
Í fyrstu atløgu er tað spurningurin um at seta upp, tað tey nevna ?glíðibana - anlegg³ .
Í øðrum lagi er talan um at leingja flogbreytina 200 metrar, úr 1.250 metrum, uppí 1.450 metrum.
Theo Rabenberg veit ikki at siga, hvat er mest sannlíkt verður gjørt í Vágum.
Um tað er mest annlíkt at ?glíðibanin³ verður settur upp, um tað er mest sannlíkt at vøllurin verður longdur, ella um báðar íløgurnar verða gjørdar.
Men leiðarin á flogvøllinum, Finnbogi Niclasen, er ikki í iva um, at báðar útbyggingarnar hoyra saman.
Verður ?glíðibanan³ settur upp fyrst - og avgerð seinni verður tikin um at leingja vøllin skal allur ?glíðibanin³ aftur flytast.
Mugu hava vissu
Hóast ongin avgerð enn er tikin um útbyggingina, skilst á øllum brøgdum, at danska ferðslumálaráðið vil hava at vita, hvørjar ætlanir føroyingar hava við flogvølli í Føroyum, áðrenn avgerðin verður tikin.
Theo Rabenberg sigur, at hansara persónliga áskoðan er, at skulu stórar íløgur gerast í Vágum, má vissa fáast fyri, at føroyingar ikki fara at byggja nýggjan flogvøll um stutta tíð.
Vit kunnu skoyta uppí, at Løgmaður hevur áður boðað frá, at vit mugu hava nýggjan flogvøll í Føroyum.
Keldur hjá Sosialinum vilja verða við, at løgmaður hevur biðið ferðslumálaráðið bíða við útbyggingina, tí tað eru aðrar ætlanir um flogvøll í Føroyum. Hetta skal eisini vera orsøkin til, at hann er ímóti undirsjóvartunli um Vestmannasund, tí nettupp flogvøllurin verður brúktur sum jarnbrot fyri føstum sambandi.
Vit spurdu Theo Rabenberg um nakrar ábendingar vóru komnar úr Føroyum um, at steðga við íløgum í Vágum fyribils, tí tað vóru møguliga aðrar ætlanir um flogvøll.
Men tað kennir Theo Rabenberg onki til.
Hann sigur, at honum kunnugt eru ongar ábendingar komnar um tað.
Men tað er greitt, at vit fylgja við kjakinum í Føroyum um undirsjóvartunnil og um nýggjan flogvøll. Men tað, vit vita, vita vit frá fjølmiðlunum. Og sjálvur haldi eg, at tað er ein fortreyt fyri eini møguligari íløgu í Vágum, at greiða fæst á hesum viðurskiftum og at vit fáa vissu fyri, at føroyingar ikki fara at byggja nýggjan flogvøll.
Men hann legur dent á, at hetta er hansara persónliga áskoðan, og er ikki neyðturvuliga almenna áskoðan hjá ferðslumálaráðnum.
Her kunnu vit skoyta uppí, at danski ferðslumálaráðharrin hevur gjørt púra greitt, at skal nýggjur flogvøllur byggjast í Føroyum, skulu vit gjalda hann sjálvir
Løgmaður var ikki at hitta í gjár.
Og í vinnumálastýrinum, sum hevur kanningarúrslitið, fæst heldur onki at vita, tí vinnumálastjórin, Arne Poulsen, vinnumálastjóri, var heldur ikki at hitta.
Eitt munandi framastig
Niðurstøðan í kanningini er, at verður ?glíðibanin³ settur upp, og vøllurin longur 200 metrar, fara seinkingar og avlýsingar at fækka munandi.
Kanningin kostaði knappar 800.000 at gera.
Eitt úrslit av henni er, at verður ?glíðibanin³ settur upp, kunnu flogførini seta seg, hóast sýnið er ikki meiri enn 600-800 metrar fram eftir jørð.
Sum nú er skal sýnið verða 2.000 metrar.
Tvs, at tað fara at verða sera fáar avlýsingar fyri m,jórka
Tað kostar 43 milliónir at seta ?glíðibanan³ upp.
Verður vøllurin eisini longdur 200 metrar, kostar øll útbyggingin 160 milliónir.
Verður vøllurin longdur, fer at bera til at flúgva til og úr Vágum við størri flogførum enn nú.
Men tað ber eisini til at útnytta flogførini betri, sum flúgva nú. Eitt nú ber ikki altíð til at flúgva við fullari last, tí vøllurin er ov stuttur.
Til 1. mai
Spurningurin er, nær arbeiðið verður gjørt.
Vit hava fingið upplýst, at onki er sett av á donsku fíggjarlógini í ár til endamálið.
Í løtuni bíðar flogvøllurin eftir eini avgerð í málinum.
Í sambandi við royndirnar var teknisk útgerð leigað úr Fraklandi.
Men avtalað er gjørd um at tólini verða verandi í Føroyum til 1. mai.
Er onki hent tá, verða tey send av landinum aftur.