Í hesum døgum venur Hallur Hansson við B36 her heima í Føroyum, meðan tað er koronasteðgur í donskum fótbólti. Stjórin í danska felagnum hjá føroyska landsliðsspælarinum, Kristian Nielsen, heldur fyri at danskur fótbóltur er til reiðar at fara í gongd aftur.
Kristian Nielsen sigur í einum tíðindaskrivi, at AC Horsens nú er til reiðar at spæla dystir. AC Horsens hevur ikki spælt síðani felagið við Halli Hansson á miðjuni vann 1-0 á FCK í Parkini. Sermerkt við dystinum var, at ongin áskoðari var til dystin uttan venjarin hjá FCK, Ståle Solbakken. Hann hevði bann og slapp ikki at sita á bonkinum.
Stjórin í AC Horsens leggur dent á, at trygdin og heilsan skal verða í hásæti, og at divisionsfelagsskapurin hevur arbeitt við leiðbeiningum, sum gera at fótbólturin kann byrja aftur. Hann vísur á, at feløgini í Danmark klára ikki nógv afturat, um tey ikki fáa inntøkur skjótt.
- Tað er ongin loyna, at vit eru ótolin eftir at sleppa í gongd aftur, men lat ongan iva verða um, at heilsan hjá spælarunum og teirra familjum er í hásæti og at vit vilja gera fyri at ansa eftir okkara spælarum, sigur Kristian Nielsen.
Feløgini hava sett sær sum mál at sleppa í gongd 29. mai.