Vilja hava Honnu Birnu til formann

Um ein mánað fer tann størsti flokkurin í Íslandi, Sjálfstæðisflokkurin, at halda landsfund, og á skránni er millum annað spurningurin um, hvør skal standa á odda fyri flokkinum frameftir. Verandi formaðurin, Bjarni Benediktsson, hevur hug at halda fram, men tað er minni enn so vist, at hann fær undirtøku fyri tí.

Í hvussu er vísir ein meiningakanning, at millum veljararnar hjá Sjálfstæðisflokkinum vil ein stórur meiriluti hava Honnu Birnu Kristjánsdóttur til formann. Í kanningini, sum Viðskiptablaðið gjørdi, svaraðu 70,3 prosent, at tey vildu hava Honnu Birnu Kristjánsdóttur at loysa Bjarna Benediktsson av. Hon fær eisini nógv størri stuðul millum veljarar hjá øðrum flokkum enn verandi formaðurin.