Teir, sum eiga djúpvatnstrolararnir eru nú farnir at fundast við landsstýrið um framtíðarstøðuna hjá hesum partinum av flotanum.
Teir 13 djúpvatnstrolararnir, ella lemmatrolararnir, sum eigararnir sjálvir heldur vilja nevna teir, klára seg so illa, at teir fara skjótt undir sín svanasong, hendir ikki eitt ella annað.
Talan hevur verið um at seta íløgustuðulin í gildi aftur fyri teir, men tað vil Løgtingið ikki.
Ístaðin hevur verið tosað um at geva lemmatrolarunum rúmari ræsur at fiska, so at teir kunnu skapa sær tað neyðuga inntøkugrundarlagið til at klára seg sjálvar.
Og tað er hetta arbeiðið, sum nú er byrjað.
Teir 13 lemmatrolararnir tóku seg fyri stuttum saman í felag, Lemmatrolarafelag Føroya, tí teir halda, at teir kunnu best røkja síni áhugamál sjálvir.
Formaðurin í felagnum er Jósup Henriksen í Sørvági. Og hann sigur, at tað riggaði yvirhøvur ikki hjá lemmatrolarunum at verða saman við hinum trolarunum.
?Áhugamálini hjá lemmatrolarunum, og hinum trolarunum eru so ymisk, at vit hildu, at vit stóðu okkum frægast við at fara burturúr og at stovna okkara egna felag fyri lemmatrolarar burturav, sigur Jósup Henriksen.
Hann sigur, at samskiftið ímillum lemmatrolararnar og hinar trolararnar hevur gingið strilti, og rættindini hjá lemmatrolarunum eru alla tíðina skúgvað til viks, ? Eitt nú vórðu vit fullkomiliga settir uttanfyri, tá ið fiskidagaskipanin varð sett í gildi.
? Og yvirhøvur hevur tað gingið strilti at fáa upplýsingar um tað, sum fer fram ímillum vinnuna og landsins myndugleikar, sigur formaðurin í nýstovnaða Lemmatrolarafelag Føroya.
Hinir nevndarlimirnir eru Marner Lisberg á Tvøroyri, Mikkjal Hammer í Hvalba, Poul Hansen, sakførari í Havn og Sigurð Simonsen í Fuglafirði.
Hann vísur eisini á, at arbeitt verður fyri at fáa lemmatrolararnir undir fiskidagaskipanina.
Men tað er onki umboð fyri lemmatrolararnar í Skipanarnevndini, sum kannar møguleikan.
Vinnan doyr út
Jósup Henriksen sigur, at støðan hjá lemmatrolarunum er so vánalig, at valið er í veruleikanum sera einfalt:
Skulu vit framvegis hava hetta slagi av skipum í flotanum, ella skulu vit lata tað ganga sína gongd og lata tey hvørva, so at øll vinna á djúpum vatni doyr út.
Hann sigur, at raksturin hjá skipunum gongur so dánt, men tað er ikki hugsingur um at endurnýggja flotan.
? Hendir onki, fara hesir bátarnir at hóra til teir einaferð eru so gamlir, at teir fara úr flotanum, og so er øll vinna á djúpum vatni undir Føroyum farin í søguna.
? Hin møguleikin er sjálvandi, at skipini verða seld, tí tey eru so miklið góð at marknaður er fyri tey uttanlands.
Jósup Henriksen sigur, at fyri teir sjálvar kann tað fyri so vítt gera tað sama.
? Men tað var ikki hetta, sum var ætlanin, tá ið vit fóru í holt við hesa vinnuna. ? Og fyri samfelagið hava lemmatrolararnar stóran týdning.
? Teir kasta arbeiðið av sær til eini 400-500 fólk á sjógvi og landi. Teir fiska fisk, sum ongin annar fiskar og tað verður at kalla vør stertur avreiddur og virkaður á landi í Føroyum.
Bara trongt samanum
Jósup Henriksen sigur, at støðan hjá djúpvatnstrolarunum er tann, at umstøðurnar eru bara blivnar verri og verri.
? Vit royndu fyrst undir Íslandi, men mistu tað.
? Síðani eru vit komin undir Føroyar, men eru bara skúgvaðir ongur og longur út.
? Men heldur ikki á djúpum vatni kunnu vit fiska ótarnaðir longur, tí m.a. eru skip farin at seta gørn eftir svartkalva, so at minni verður í part
? Tilgongdin í toskinum er heldur ikki komin okkum til góðar, og vit hava ikki fingið ágóða í økta fiskiskapinum.
? Av tí sama hava vit ikki fingið tær væntaðu inntøkurnar.
Frá 800 tonsum niður í 90 tons
Jósup Henriksen heldur at tað sigur seg sjálvt, at støðan kann ikki vera annað enn vánalig, tá ið ein lemmatrolari sum t.d. Vesturskin, bara kann fiska 80-90 tons av toski um árið nú, tá ið hann fiskaði 800 tons av toski fyrst í áttatiáruum.
? So skulu vit yvirliva er tað neyðugt at hesin parturin av flotanum fær rúmari ræsur at fiska.
Og nevndin í lemmatrolarafelagnum hevur tikið landsstýrið upp á orðið, tá ið sagt varð, at arbeitt varð við ætlanum um at geva trolarunum rúmari ræsur at fiska.
Jósup Henriksen sigur, at felagið hevur havt tríggjar fundir við landsstýrið um støðuna.
Og tað, sum fyribils liggur í kortunum er at kanna møguleikarnar at geva trolarunum eina beinleiðis kvotu av toski og hýsu, ístaðin fyri at teir sum nú hava eitt hjáveiðiprosent, sum ger, at teir næstan ikki fáa roynt.
Jósup Henriksen sigur, at reglan um, at trolararnir kunnu hava 8% í hjáveiði, avmarkar møguleikarnar at fiska heilt munandi.
? Sum støðan er, hava vit ikki møguleika at fiska kongafisk og blálongu á djúpum vatni.
? Vit ætla okkum ikki innaftur ?undir land? at fiska.
? Og eg skilji atfinningarnar ímóti, at vit koma ov langt inn aftur.
? Nú hava vit brúkt nógv ár uppá at býta grunnarnar sundur ímillum teir ymsu reiðskapirnnar, so koma vit ov langt inn, kann at órógva javnvágina sum er. ? Men tað hevði verið eitt munandi framstig um vit fingu eina kvotu ístaðin fyri hjáveiðiprosent, sigur Jósup Henriksen.