Vilja hava meiri at vita um hendan fiskin í Føroyum

Nakrir fáir eru fiskaðir í Føroyum, men nú er tann fyrsti í ár fingin í Suðuroy

Nú er tann fyrsti kúlilaksurin í ár fingin í Føroyum. Tað var 18 ára gamli Marius Falkenstrøm, ið er komin til Føroya at vitja familjum sum fekk ársins fyrsta kúlulaks í ósanum í Trongisvági, sigur Fiskaaling. Talan var um ein prúðan ein, tí hann vigaði 1298 gramm og var 53 sentimetrar til longdar.

 

Fiskaaling sigur, at tey vilja fegin frætta frá øllum, sum sum hava fingið kúlulaks í Føroyum. Kúlulaksurin verður kynsbúgvin tá ið hann er tvey ára gamal, og hann doyr stutt eftir gýting. Tað stutta lívsævi upp á tvey ár, hevur borið við sær, at slagið hevur tveir gýtingarstovnar: Ein, ið gýtir makað ár, og ein, ið gýtir støk ár. Tað er gýtingarstovnurin, ið gýtir støk ár, sum hevur verið at sæð um okkara leiðir síðani 2017.

 

Nú er aftur eitt stakt ár, og úr Noregi frættist um methøgar nøgdir av kúlulaksi. Í mai boðaði Havstovan frá, at tey á fyrsta sinni høvdu fingið kúlulaks við havrannsóknarskipinum, Jákup Sverra og tí varð væntandi, at kúlulaksur fór at fáast viđ tráðu í Føroyum í ár.

 

Í 2017 boðaðu sílafiskarar frá, at teir høvdu fingið fimm kúlulaksar við tráðu, og tað var met og tá heitti Havbúnaðarfelagið á Fiskaaling um at kanna hetta. Í 2019 vórðu tilsamans seks kúlulaksar fráboðaðir. Allir vóru kynsbúnir við sili ella rognum, og kynsbýtið var javnt, so tað vóru tríggir kallfiskar og tríggir kvennfiskar.

 

Eins og í 2019, var fyrsti kúlulaksurin í ár eisini kallfiskur við sili. Í 2019 varð fyrsti kúlulaksurin fingin 22. juli í ósanum á Kaldbaksfirði, men í ár varð tann fyrsti fingin eina viku seinni, ólavsøkudag, í ósanum í Trongisvági.

 

Fiskaaling vil fegin frætta frá øllum laksa- og sílafiskarum ella øðrum, sum hava fingið kúlulaks. Vitanin verður øll skrásett og viðgjørd, soleiðis at vit við tíðini kunnu fáa størri og betri vitan um kúlulaksastovnin í føroyskum sjóøki. Umframt kúluna, ið siljafiskurin fær í gýtingartíðarskeiðnum, er eitt eyðkenni fyri kúlulaksin, at hann hevur hvítan kjaft við svørtum góma.