- Tað er neyðugt við eini munandi lønandihækking
Hetta staðfesta Almanna- og heilsurøktarafelagið og Føroya Psykiatrifelag, sum høvdu felags álitisfólkafund í gjár.
Á fundinum varð millum annað tosað um seinastu og komandi sáttmálasamráðingar.
Feløgini vóru samd um, at tað er týdningarmikið at fáa mynduleikarnar at skilja, hvussu neyðugt tað er, at lønin hækkar munandi.
- Tí er tað nógv fyri at síggja, at landsstýrið, annað árið á rað, ætlar at noyða eitt reallønarfall ígjøgnum.
- Heilsurøktarar eru ein láglønarbólkur og harafturat eru flestu heilsurøktararnir kvinnur.
- Ásannandi, at kynsbýtið í Føroyum er ójavnt, stuðlar politikkurin hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum als ikki undir, at kvinnur skulu seta búgv í Føroyum og klára seg fíggjarliga, siga tey bæði feløgini.