Dagsskráin bæði í Sandoy og á Argjum er støðugt tann sama. Hóttanin av niðurflyting er partur av gerandisdegnum hjá báðum feløgunum, sum í dag bresta saman í botnbraki á Sandi.
Fyritreytirnar hjá B71 eru so góðar, sum tað ber til
? Her eru eingir skaðar og eingi leikbann. Predrag Markovic er tøkur aftur í málinum. Talan er um lyklauppgerð, og vit fara at leggja nógv fyri á heimavølli, sigur Piotr Krakowski, venjari hjá B71.
Hjá AB stendur ikki so væl til á manningarlistanum. Nikolaj Eriksen er niðri, og Morten Overgaard er framvegis so mikið skaddur, at hann neyvan verður klárur aftur fyrr enn eftir summarsteðgin.
? Vit hava fingið glið á spælið aftur, soleiðis sum vit sóu tað í fjør. Tað gongst betur at halda tætt har afturi, og vit hava fingið fýra stig burtur úr teimum báðum síðstu dystunum. Nú skulu vit bara ikki tapa hendan, sigur AB-venjarin, Allan Mørkøre.
Tá AB og B71 spældu á Argjum fyrr í ár var úrslitið 3-3, eftir at sandoyingar tríggjar ferðir høvdu verið á odda.