Eirikur Lindenskov
? Eg havi fingið fleiri áheitanir um at seta bát okkara Silju í sigling millum Havnina og Skálafjørðin.
Hetta sigur Palli Lamhauge í Vestmanna, tá vit spyrja hann um tíðindini um, at hann møguliga á privatum grundarlag fer undir Skálafjarðasigling.
Palli Lamhauge eigur sera vælútgjørda ferðafólkabátin Silju, sum m. a. verður brúktur til at sigla við ferðafólki undir Vestmannabjørgini. Báturin, sum av sonnum kann kallast ein luksusbátur, er sera væl útgjørdur og er góðkendur til 25 ferðafólk.
? Men fert tú at sigla millum Havnina og Skálafjørðin?
? Nei, tað vænti eg ikki, tí tað verður ov kostnaðarmikið - vit fara at fáa ov líti burtur úr, vænti eg, sigur Palli Lamhauge.
Hann vísir kortini á, at hetta letur seg væl gera - og so tekur túrurin bara einar tíggju minuttir. Men tá er kravið sjálvandi, at veðrið er til vildar - og í ringum líkindum á Tangafirði kann uttan iva vera sjaskut í so lítlum báti.
Palli Lamhauge sigur eisini, at skal slík sigling bera seg, so verða teir noyddir at taka einar 50 krónur fyri ferðaseðilin, og tað væntar hann ikki, at ferðafólkið fer at lata sær lynda. Og sum hann sigur: Tey skulu jú aftur og fram.
? Tað er sjálvandi eisini avgerandi, hvussu nógvar túrar vit kunnu fáa um dagin.
Men at fólk fegin vilja hava hesa rutuna uppafturtikna, hevur Palli Lamhauge merkt nógv til.
? Tað eru eisini fleiri, sum hava spurt meg, um vit ikki kunnu gera hetta í jólavikuni um ikki annað, men hetta hevur hann ikki tikið støðu til enn.
Nógv brúktur í ferðavinnuni
Palli Lamhauge sigur, at teir annars hava út at gera við hesum bátinum umframt siglingina undir Vestmannabjørgini. Teir eru ofta og sigla leigutúrar við ferðafólki - mangan fólkum úr oljuvinnuni og útlendskum politikarum sum vitja landsstýrið ella løgtingið.
? Vit hava onkuntíð eisini siglt av Oyragjógv til Hvalbiar, og tann túrurin tekur ikki meira enn fimm korter, sigur Palli.
Umframt tað hava teir eisini verið út hjá skipum kring Føroyar.
? Ein túrin vóru vit á Føroya Banka eftir einum manni, ein annan túr vóru vit 80 fjórðingar í ein landsynning úr Borðuni eftir einum manni av einum seismikkskipið og eina aðru ferðina vóru vit einar 12 fjórðingar vestur úr Mykinesi við eykalutum til ein Íslendskan bát.
Báturin hjá Palla Lamhauge hevur eisini verið brúktur sum avloysarabátur fyri Strandferðsluna til Mykinessiglingina fyri Súluna, og tað hevur borið væl til, heldur Palli Lamhauge.
Hevur avloyst Súluna
? Hesin báturin er sera vælegnaður til Mykinessiglingina, tí hann er so lættur at sigla við. Hann hevur tveir motorar og tvær skrúvur, og tí kann hann venda kring seg sjálvan. Tað er sera hent, tá atløgumøguleikarnir eru so truplir, sum í Mykinesi.
Men Palli Lamhauge hevur keypt bátin til at sigla við ferðafólkum, og tað er hann sera væl egnaður til, heldur Palli.
? Uppi á brúgatakinum, har vit eisini kunnu stýra bátinum, kunnu eini seks fólk standa og njóta útsýnið. Tað vísir seg, at fólk ofta vilja vera inni, tá tey eru umborð, og tað ber eisini væl til, tí inni í salongini síggja tey eisin væl út gjøgnum stóru rútarnar - og har kunnu øll sita.
Hvussu verður við Skálafjarðasiglingini hjá Silju, er ikki greitt enn. Palli Lamhauge sigur bara, at hann trýr ikki, at ein slík ruta kann bera seg - og ger hon ikki tað, so fara teir ikki undir hana.
Men kanska finnast útvegir fyri hesum, hóast Finnbogi Arge neyvan vil vera við til at fíggja eina slíka privata rutu.