Vilja hava tøknina við á barnaárum

Faroese Telecom International og First Lego League í Føroyum skrivaðu í gjár undir sáttmála, sum tryggjar føroyskum ungdómi luttøku í komandi Lego-kappingunum

Sponsor-avtala

First Lego League er ein norðurlendsk kapping millum skúlanæmingar, har tøkni og Lego-leikur skulu nýtast á kreativan hátt. Hetta verður gjørt við at uppfinna og seta saman tólmenni av ymsum slag, sum síðani kunnu nýtast til ávísar uppgávur.
Endamálið við hesum er sjálvandi at menna hugin til nýskapan hjá ungdóminum, soleiðis at hesi verða enn betur brynjað til tær avbjóðingar, sum ein alt meira tøkni-kend framtíð hevur at bjóða.

Vilja menna barnadirvið
Tróndur Djurhuus, sum er stjóri á International-deildini hjá Føroya Tele, staðfesti á tíðindafundinum, at tiltakið við First Lego League avgjørt er í samsvari við endamálið hjá FTI.
- Vit eru sannførd um, at at ein kreativ og smidlig nýtsla av framkomnari tøkni verður ein hornasteinur í allari føroyskari vinnumenning - eisini okkara. Hetta krevur, at føroyingar longu á barnaárum fáa eina góða fatan av og ein tokka og eldhuga til náttúruvísindi.
- Tað er heldur eingin ivi um, at tess meira vit varðveita av teimum skapanarevnum og tí dirvi, sum børn eiga. Tess lættari frinna vit føroyingar júst tær røkurnar, har vit kunnu gera mun í alheims høpi. Tí fegnast Faroese Telecom International um, at vit nú ahva fingið First Lego Legue í Føroyum.
Faroese Telecom International (FT International) er tann parturin av samtakinum, sum hevur ábyrgdina av at menna virksemið uttanlands við rakstri, íløgum og útflutningi.


Somu hornasteinar
Í Føroyum er tað Kurt Madsen, sum hevur tikið stig til First Lego League, og hann var sera fegin um, at átakið nú hevur fingið ein høvuðsstuðul. Hetta ger fíggjarligu karmarnar betri, nú ætlanin er, at føroyskir næmingar á hvørjum ári skulu takast við javnaldrar úr øðrum Norðanlondum. Ein kapping, har Føroyar enn eru at rokna sum novisur, men við góðari hjálp frá NORA-felagsskapinum, bar tó til at hava trý føroysk lið við til seinastu kapping.
- First Lego Leage er eitt opið tiltak, har vit leita upp upplýsingar og samstarva á altjóða stigi eins væl og lokalt. Kreativitetur, loysnir, nýhugsan og samstarv tvørtur um mørk eru hornassteinar í hesum átaki, sum eisini røkkur tvørtur um faklig, aldurs-, kyns- og landafrøðilig mørk. Tí byggir hetta í stóran mun á somu grundhugsjónir, sum FT International, og vit vænta okkum tí eitt samstarv, sum kann verða báðum pørtum at gagni, staðfesti Kurt Madsen, tá sáttmálin varð undirskrivaður.
Sáttmálin millum partarnar er galdandi í trý ár, soleiðis at føroyska luttøkan til FLL er tryggjað til og við 2008.