Týskt skal vera kravd lærugrein í 6. ella 7. flokki.
Tað er eitt av tilmælunum, sum ein arbeiðsbólkur handaði Honnu Jensen, landsstýriskvinnu í útbúgvingar- og granskingarmálum í gjár.
Haraftrat skulu tvey ella trý ár av týskum í fólkaskúlanum vera upptøkukrav til hug- fyrireikingar- og búskaparbreyt á miðnámi.
Arbeiðsbólkurin vísir á, at hóast hollur kunnleiki til enskt er góður førningur at hava, so er enskt ikki tað móðurmálið, ið flestu evropearar tosa. Fleiri hava russiskt og týskt sum móðurmál í Evropa. Haraftrat vísir bólkurin á, at málførleikar eru at rokna sum eitt gott tól at skilja ymsar mentanir, og tí er neyðugt at hava fleiri fremmandamál á tímatalvuni.
Eisini ger arbeiðsbólkurin greitt, at kravd týsktundirvísing í fólkaskúlanum kann vera við til at styrkja førleikarnar í føroyskum, tí at bæði málini eru bendingarmál, og at undirvísing í tveimum bendingarmálum kann geva eina synergi-ávirkan.
Til tess at tryggja góða málundirvísing verður tí eisini neyðugt at afturvendandi eftirútbúgva lærarar, ið undirvísa í máli, skrivar arbeiðsbólkurin millum annað í tilmælinum.
Tey, ið mannaðu arbeiðsbólkin, vóru: Lone Høeg Bejer, Annika Arnsteinsdóttir Nielsen, Hanus Iversen, Súsanna Debes Hammer, Annika við Skipá, Margreth Veihe og Maria Heradóttir