Vilja ikki forstýra arbeiðið hjá landsstýrinum

– Tað verða ongar íbúðir bygdar á útoyggj í hesum umfari

 

Tað verða ongar íbúðir bygdar á útoyggj í hesum føri. Tað er greitt, nú Trivnaðarnevndini hjá Løgtinginum hevur viðgjørt eitt uppskot frá Javnaðarflokkinum um at byggja leiguíbúðir á útoyggj.

Í hesum sambandi vildi Javnaðarflokkurin hava Løgtingið at samtykkja, at Bústaðir skuldi byggja einar seks – átta leigubústaðir á útoyggj.

Tey vísa á, at í meira enn 20 ár hevur Útoyggjafelagið heitt á myndugleikarnar, um at tryggja atgongd til bústaðir á útoyggj, soleiðis at næsta ættarlið, og onnur, hava møguleika at seta búgv har. Og tey hugsa sær, at leigubústaðir kunnu brúkast til ungar familjur í eitt ár ella tvey, fyri at finna útav, um tað er áhugi fyri at keypa ella byggja á staðnum.

Men umboðini hjá samgonguni í Trivnaðarnevndini, nevniliga Uni Rasmussen, Rósa Samuelsen, Erhard Joensen og Jóhan Eli Poulsen, vísa á, at landsstýriskvinnan á økinum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, arbeiðir við at loysa hetta málið. Og tey halda at tað er best at geva henni arbeiðsfrið at arbeiða við málinum og ikki at órógva arbeiðið við at samtykkja hetta uppskotið.

Minnilutin í nevndibi, sum eru Sirið Stenberg, Hervør Pálsdóttir og Aksel V. Johannesen, tekur undir við uppskotinum. Tey siga, at eftir, tí, sum er komið fram í Trivnaðarnevndini, er tað enn einaferð staðfest, at tað er stórur tørvur á fleiri bústøðum í Føroyum – eisini á útoyggj.

Tað er ein stórur trupulleiki, at tað er so ringd at seta fyribils búgv á útoyggj, tí tað er ringt at finna leigubústað.

Tey halda, at skal útjaðaranum era lív lagað, er tað av týdningi, at tað ber til fáa nakað at búgva í.