Barnafrádrátturin verður ikki hækkaður.
Tað er greitt, nú eitt uppskot frá Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn, er til viðgerðar í Løgtinginum.
Ter tríggir flokkarnir ætla, at barnafrádrátturin skal hækka 1.500 krónur um árið, úr 6.500 krónum, upp í 8.000 krónur.
Tað fer at kosta landskassanum 21 milliónir um árið, men teir tríggir flokkarnir siga, at hetta hava tey tikið við í fíggjarkarmunum, sum tey løgdu fram í vár.
Men nú Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið, er greitt, at samgongan tekur ikki undir við hesum.
Samgongan sigur rætt og slætt, at fíggjarkarmarnir fyri næsta ár, loyva tí ikki.
Annars varð barnafrádrátturin hækkaður 1.000 krónur í 2012 og somuleiðis arbeiðir samgongan við eini skattanýskipan.
Afturímóti vísir andstøðan á, at hetta er eitt lið í royndunum at steðga fráflytingini.
Samstundis fer tað at lætta um hjá barnafamiljum, umframt at tað fer at økja um nýtsluna hjá húsarhaldunum og sostatt eisini at skunda undir búskaparvøksturin, heldur andstøðan.