Vilja ikki hava forsetan heimaftur

Stjórnin í Honduras sýtir fyri at seta tann frákoyrda forsetan, Manuel Zelaya, aftur í embætið Samgongan av Amerikonskum Statum hevur givið stjórnini 72 tímar til at seta forsetan aftur í embærtið, ella verður landið koyrt úr samgonguni. Men stjórnin sigur nei.

Herurin koyrdi Manuel Zelaya frá seinasta sunnudag og koyrdi hann til Costa Rica. Forsetin hevur boðað frá, at hann ætlar sær aftur til Honduras í dag, men nú stjórnin sýtir fyri at seta hann aftur í embætið, má heimferðin bíða.

Teir, sum nú hava valið í Homnduras, hava sagt, at Zelaya verður tikin, kemur hann aftur til landið.