Tað er ein vanlukka, at Sandoyartunnilin skal koma upp heilt niðri á havnarlagnum á Gomlurætt.
Tað heldur Marin Katrina Frýdal, býráðslimur og forkvinna í byggi- og býarskipanarnevndini hjá býráðnum.
Hon sigur, at tey í býráðnum hava tikið málið upp við tunlafelagið og at tey fara at tosað við Henrik Old, landsstýrismann í samferðslumálum, um at broyta linjuføringina.
Landsverk hevur mælt til, at tunnilin kemur upp beint oman fyri, og ein orsøk til tað, er, at so slepst undan teimum báðum krøppu svingunum. Men tunnilsfelagið hevur ikki tikið tað til eftirtektar, men hevur lagt tunnilin heilt niðri á sjálvum havnarlagnum.
Men tað er ikki orsøkin til, at Marin Katrina Frýdal og tey vilja hava tunnilin fluttan upp har Landsverk mælti til, at hann verður lagdur. Tey halda nevniliga, at verður tunnilin lagdur niðri á havnarlagnum, fara stór samfelagsvirði fyri skeyti, tí so verður tað avmarkað, hvat havnarlagið kann brúkast til.
– Býráðið eigur aldrin at góðtaka, at tunnilin kemur upp niðri á havnarlagnum, segði hon í býráðnum, seinast tað var til umrøðu og tá heitti hon á meirilutan, sum tá sat um at taka málið upp.
Síðani hevur býráðsval verið og nú er hon sjálv við í meirilutanum, og nú sigur hon, at tey fara at taka málið upp við landsstýrismannin og tunnilsfelagið um at broyta linjuføringina og at taka tilmælið frá Landsverki til eftirtektar.
Marin Kartrina Frýdal sigur nevniliga, at tað er stórur áhugi fyri at brúka havnarlagið til endamál av øllum handa slagi, helst í sambandi við ferðavinnuna.
– Samstundis er hetta okkara einasta havn á vestursíðuni og tað setir hana í eina serliga støðu, tí sostatt eru møguleikarnir í sambandi ferðavinnu vestanfyri, í Hesti. og Koltri, og aðrastaðni vestanfyri, tí har eru nógv ferðamál.
Og tá ið tunniliner komin, eigur Gamlarætt at verða tøk til onnur endamál, sigur hon, og hon heldur ikki, at tað kann ikki vera rætt, at landsstýrið letur allan avgerðarrættin upp í hendurnar á einum felagi, sum ikki tekur samfelagsalit, men einans hugsar um at fáa tunlarnar so bíliga sum gjørligt.
Teitur Samuelsen, stjóri í tunnilsfelagnum, hevur áður sagt fyri Sosialinum, at tunnilin liggur best har niðri, tí tá verður hallið minst, og eisini jarðfrøðiliga er tað best, at hann er har niðri.
Marin Katrina heldur kortini ikki, at Tórshavnar Kommuna skal rinda landinum tað stóra fyri havnarlagið. Tvørtur ímóti heldur hon, at tað mangan knípur hjá landinum at halda tær almennu ognirnar, so yvirtekur kommunan Gamlarætt, átekur hon sær samstundis tær útreiðslur ið fylgja við at halda hana.
– Talan kann ikki vera um at vit skulu yvirtaka Gomlurætt fyri milliónaupphæddir, leggur hon afturat.
Henrik Old hevur áður sagt við okkum, at kommunan fær ikki Gomlurætt fyri einki, so vil hon hava havnina, má kommunan koma við einum boði upp á hana.