Vilja ikki lova fátækum børnum hjálp til jóla

Men løgmaður lovar at frá fyrsta januar er hjálpin tøk

Tað er framvegis ein spurningur um tær familjur í Føroyum, sum eru harðast fyrispentar fíggjarliga, fáa nakran lætta til jóla.

 

Nú løgtingið viðgjørdi eina eykajáttan fyri í ár, kappaðust tingfólk og landsstýrisfólk um at vísa teimum fátæku vælvild og tað vóru mong, sum undraðust á, at tað ikki bar til at seta pening av til endamálið nú.

 

Ein av teimum var Ingolf S. Olsen, tingmaður fyri Tjóðveldi, tí hann heldur, at tað eigur at gerast nú til jóla, tá ið fíggjarligur stuðul kemur allarbest við.

 

Hann hevur eisini ilt við at góðtaka, at tað skulu vera tekniskar forðingar fyri at játta peningin nú.

 

- Sjálvandi ber tað til, staðfestir Ingolf S. Olsen.

 

Hann vísir á, at nakað síðani bar tað til, upp á eina lítla løtu, at finna tíggjutals milliónir til at hjálpa reiðarí (Smyril Line), sum var komið í fíggjarliga trongstøðu

 

Hann sigur, at skulu illa sperdar familjur, fáa hjálp, snýr tað seg um vilja hjá løgtinginum - og einki annað. 

 

Aksel V. Johannesen, løgmaður, vil ikki lova nakra hjálp til jóla. Men hann ger púra greitt, at naka ferð at henda á økinum og at uppskot verður lagt fyri Løgtingið í næstu framtíð, so at tær fátækastu barnafamiljurnar fáa í hvussu so er hjálp frá fyrsta januar.

 

- Tað er ikki ómguligt, at tað ber til at gera nakað áðrenn, men tað verður kannað, leggur hann afturat.