Ein púra greið niðurstøða í veljarakanningini, sum Fynd gjørdi fyri Miðlahúsið, og sum varð kunngjørd í Sosialinum í gjár er, at veljararnir vilja ikki síggja løgtingsfólk í Tórshavnar býráð.
Ikki færri enn átta løgtingsfólk stilla upp til býráðsvalið í Havn hesaferð. Fýra teirra vórðu vald á ting í løgtingsvalinum í fjør. Hini fýra eru varafólk fyri landsstýrisfólk.
Annika Olsen, Kaj Leo Holm Johannesen, Heðin Mortensen og Annita á Fríðriksmørk vórðu vald, meðan Helena Dam á Neystabø, Kristianna Winther Poulsen, Djóni Nolsøe Joensen og Ruth Vang sita sum varafólk fyri landsstýrisfólk.
Spurd um býráðslimir eisini kunna vera á løgtingi svara ikki færri enn 76,7 nei, at tað skulu tey ikki. Bara 16,2 prosent halda tað vera í lagi.
Men tá tey verða spurd, um borgarstjórar skulu kunna sita á løgtingi er svarið enn greiðari. 85,8 prosent siga nei, at tað skulu teir ikki.
Øll kanningin kann lesast í Sosialinum, sum kom í gjár. Blaðið kann keypast í talgildari útgávu á sos.fo