Vilja kunna um tørvin

- Vit hava eitt produkt, sum vit vilja kunna um á stevnuni, serliga til vinnuna í Føroyum, sigur Heini Lützen, marknaðar- og søluleiðari á Føroya Lívstrygging

Fiskivinnustevna


- Hetta er fyrstu ferð, at vit eru á Fish Fair. Vit hava verið á onkrum øðrum messum við so mikið góðum úrslitum, at vit mettu, at hetta var eisini nakað fyri okkum, sigur Heini Lützen til spurningin um hví eitt tryggingarfelag luttekur á eini fiskivinnumessu.
- Síðsta ár vóru vit á messuni uppi í ítróttarhøllini, og har var boðskapurin hjá okkum tað sum vit kalla fyri virkiseftirløn. Vit royndu at fortelja virkjum um produktið virkiseftirløn, sum er eitt skræddaraseymað pensións- og eftirlønar tilboð til starvsfólk á virkjum. Úrslitið er so, at tað eru fleiri virki, sum hava tikið av og hava tryggjað síni starvsfólk, sigur Heini Lützen, marknaðar- og søluleiðari á Føroya Lívstrygging.
Heini Lützen sigur, at vitjandi koma eisini á stevnuna, sum ikki hava nakað við fisk at gera, og at teimum ætlar Føroya Lívstrygging eisini at røkka.
- Vit fara á Fish Fair fyri at kunnu um tørvin á trygging og eftirløn. Tú hevur eina eftirlønarskipan og lívstrygging við óarbeiðsføri uppií. Tað er fyrst og fremst við tí endamáli at nøkta tann tørvin, sum er, sigur Heini Lützen.
- Eg sakni eitt sindur í sambandi við fiskivinnuna á landi. Sjálvandi, fakfeløgini eru á veg at loysa eftirlønarspurningin gjøgnum sáttmálar, men so eru tað øll tey, sum ikki eru fevnd av nøkrum sáttmála, sum í nógvum førum ganga ótryggjaði, uttan eftirløn og trygging her og nú. Hetta er avgjørt nakað, sum vit eiga at gera nakað við, sigur Heini Lützen, marknaðar- og søluleiðari á Føroya Lívstrygging, sum verður umboðað á fiskivinnustevnuni tann 3. til 5. mai í Havn.