Vilja politikarar veruliga hava Næraberg lagdan?

At Bergur á Havsbrún ynskir deyða yvir kappingarneyta, so at meira verður til hann sjálvs og virki hansara er kanska ikki so nógv at siga um.

Tað sama er helst galdandi fyri Atla Hansen, reiðara á Jupiter, (leiðarin í Dimmalætting til 4.oktobur) eisini hann kann hava ávísar grundir til at ynskja Næraberg fallit - moralurin er hin sami, »fá Næraberg burtur, so at eg kann fáa meira«. Og aftan fyri hann situr ??.. og løðir.
Men hvør er grundin til, at Kristina Háfoss mótarbeiðir Nærabergi? Hon átti at verið óheft.
Ynskir Kristina Háfoss veruliga, at tær 20 genturnar umborð skulu í land?
Einasta fiskiskip við stórum tali av konufólki umborð.
80 fólk fáa í senn sína inntøku umborð.
Tað sum eftir var av svartkjaftakvotuni var lív ella deyð fyri ein bát, Næraberg.
Ynskir tú, Kristina, veruliga deyða yvir einasta togara, sum fyri egna rokning, roynir at góðska svartkjaft til matna?
Vónandi hava flest allir av hinum politikarunum ein annan hugburð, enn tann, sum ein av kvinnuligu politikarum okkara hevur lagt fram í ljósið.