Vilja síggja Hitler-film

Ikki færri enn 480.000 týskarar vóru seinasta vikuskiftið og hugdu at filminum "Der Untergang", sum snýr seg um teir seinastu tólv dagarnar hjá Adolf Hitler.

Tey, sum hava gjørt filmin, siga, at tey hava roynt at lýsa bæði ta bleytu og ta hørðu síðuna av Hitler, sum tikið verður til. Tey, sum ummæla filmar, eru ósamd. Summi siga filmin vera ov positivan, meðan onnur siga hann vera ov ræðandi. Fyrrverandi kanslarin Helmuth Kohl, sum hevur hugt at filminum, sigur, at hann gevur tí unga týska ættarliðinum eina góða mynd av ræðustýrinum hjá nazistunum.

Sambært BBC vórðu tveir ungir nýnazistar tiknir í einari filmshøll um vikuskiftið, tí teir heilsaðu við at hevja annan armin, sum nazistarnir gjørdu. Tað er bannað í Týsklandi.