Fótbóltur
Palli Ziskason er valdur í nevndina í NAFA fyri Framtak. Og tó at hann ikki beinleiðis vil úttala seg vegna grunnin, tá talan fellur inn á grundgevingar fyri íløguni, so metir hann hetta tó vera í tráð við ætlanirnar um at fjøltátta føroyskt vinnulív.
- Hvussu Framtak raðfestir sínar íløgur, má Framtak sjálvandi svara fyri. Men tað er klárt, at sum støðan er í Føroyum, so er tað umráðandi, at tað verður stuðlað uppundir, tá hugskot koma, sum eru burðardygg, og sum kanska eisini bróta frá tí, sum vit kenna. Og tí hevur mann væl sæð hetta sum ein íløgu, sum kann vera við til at menna eina nýggja og ótraditionella vinnu.
Ítróttarliga er tað arbeiði innan svimjing, sum tú er mest kendur fyri. Og ofta verður sagt, at tað er innan einstaklingaítrótt, at føroyingar kunnu gera seg galdandi. Men er hendan verkætlanin hjá NAFA ikki eisini eitt slag av einstaklingaítrótt?
- Tað kanst tú gott siga, tí hetta ræður um at hjálpa einstaklingum at koma víðari í teirra ítróttagrein. Í hesum førinum er tað í fótbólti, men tað arbeiðið, sum skal gerast, vil altíð vera tað sama. Og megna vit at menna hesar einstaklingar, so vil tað alt annað líka eisini styrkja um aðrar spælarar í Føroyum. Og har við eisini føroyska landsliðið.
Um vit halda fast í paralellinum til svimjingina, so hava avrikini hjá eitt nú Pál Joensen og Elspu Mørkøre drigið aðrar svimjarar munandi longur fram. Er tað kanska eisini nakað av tí sama í hesum. At tit á hendan hátt kunnu vera við til at menna nøkur lokomotiv?
- Tað er nakað tað sama, sum mann vónar, kann henda her. Og at vit á tann hátt eisini kunnu gagna fótbóltinum sum líðítrótt.