Klaksvíkar Býráð fer nú at søkja landsstýrið um at fáa eitt royndarloyvi at drepa grind í Árnafirði.
Tað sigur Atli S. Justinussen, formaður í Havna og Vinnunevndini í Klaksvík. Árnafjørður er ikki góðkend hvalvág, men nú ætla at bøta um umstøðurnar fyri grndadrápið á fjørðinum og samstundis vilja tey sleppa at vita, hvussu hann roynist sum hvalvágur.
Sum vit skrivaðu á Portalinum seinnapartin í gjár, hevur Havna- og Vinnunevndin hjá Klaksvíkar Býráð samtykt at leggja sand í mølina í Klaksvík og í Árnafirði.
Fyrsta lastin av sandi verður pumpað í mølina, sum skjótast, men fyri at fáa úrslitið so gott, sum gjørligt, er ætlanin at endurtaka tað næsta ár og kanska eisini í 2013.
Talan er um eina ætlan, sum kostar einar 250.000 krónur.
Hetta verður bæði gjørt fyri at bøta um umstøður at drepa grind og fyri at økja um trivnaðin við at gera mølina hugnaligari og nossligari hjá fólki at vera í.
Atli S. Justinussen, sum er uppvaksin í Árnafirði, sigur, at
fyrr var marbakki fram við bakkanum í Árnafirði.
Árnfirðingar hava tvíhildið um at síðani bátahylurin varð gjørdur, eru umstøðurnar fram við landið nógv broyttar.
Fyri at staðfesta, hvussu støðan er, fingu tey kavarar at kanna botnin og nú vísir tað seg, at marbakkin er fullkomiliga burtur, sigur Atli S. Justinussen.
Kavararnir søgdu eisini, at teir ivast ikki í, at umstøðurnar at drepa grind í Árnafirði, eru góðar.