Vilja sleppa at velja

Í Eysturkommunu taka tey ikki undir við ætlanini hjá landsstýrinum at leggja kommunur saman eftir teirri kós, sum nú er sett út í kortið.

Kommunustýrið hevur havt málið til viðgerðar og har samtykti kommunustýrið fleiri atfinningar ímóti ætlanini, sum nú liggur á borðinum.

Eitt, kommunustýrið í Eysturkommunu fýlist á, er at tann ætlaða fólksliga tilgongdin er slept.

Kommunusamanleggingar eiga at verða avgjørdar við fólksligari tilgongd og fólkaatkvøðu, sigur kommunan á heimasíðu síni.

Men kommunustýrið tekur heldur ikki undir við, at Eysturkommuna bara fær tvinnar kostir í at velja, nevniliga at verða ein kommuna saman við Fuglafirði ella at leggja saman við Eysturoynni, so at øll Eysturoy, uttan Sundalagið, verður ein kommuna.

Kommunustýrið heldur, at Eysturkommuna eigur eisini at fáa møguleikan at verða verandi kommuna fyri seg, men at aðrir møguleikar eisini eiga at standa kommununi í boði

Í Eysturkommunu eru tey samd í, at sum mest av uppgávunum eiga at verða loystar í

nærumhvørvinum.

Undir øllum umstøðum má ongin ivi vera um, at vald og gjald skulu fylgjast, sigur kommunustýrið í Eysturkommunu.