Føroysku myndugleikar mugu leggja størri orku í at betra marknaðaratgongd til nýggjar vakstrarmarknaðir.
Tað staðfestir Ráfiskakeyparafelagið í ársfrágreiðingini fyri 2017, nú felagið hevur havt aðalfund.
- Felagið hevur seinastu árini roynt at sannført myndugleikarnar um at nýta orku uppá at tryggja føroyskum fiskaútflytarum betri marknaðaratgongd á nýggjum vakstrarmarknaðum, serliga í Suðuramerika og í Asia. Nakrir glottar hava verið, m.a. er fríhandilsavtala fingin í lag við Turkaland, og Heilsufrøðiliga Starvsstovan arbeiðir við málinum at fáa okkum betri marknaðaratgongd til Brasil. Hóast framgongd er í málinum kundi RKF ynskt sær, at uppaftur meira orka varð nýtt til hetta mál, ber til at lesa í ársfrágreiðingini fyri 2017.
Á aðalfundinum var eisini nevndarval á skránni, tó uttan at nøkur broyting var í nevndini. Sostatt er nevndin nú mannað við Jógvan Hansen, Kósin, Jens Pauli Petersen, Faroe Origin, og Marnar Pattinson, Tavan. Leif Høj, FO-fisk, er tiltakslimur.
Ráfiskakeyparafelagið er eitt áhugafelag hjá ráfiskakeyparum í Føroyum. Uppgávan hjá felagnum er at menna vinnuna í samstarvi við einstøku limirnar, myndugleikar og stovnar, ið varða av fiskivinnuni.