Ríkisrættarliga støðan
Danir eru sinnaðir at samráðast við føroyingar um at lækka rentuna av teimum lánum, sum vit hava frá danska statinum.
Tað fekk Jóannes Eidesgaard, løgmaður, at vita frá danska forsætisráðharranum á fundinum í Keypmannahavn týsdagin.
À fundinum varð eisini tosað um rentuna av teimum lánum, sum føroyingar hava frá danska statinum.
Í tí sambandi váttaði Anders Fogh Rasmussen, at danska stjørnin er sinnað at tosað um rentuna, sum føroyingar halda er ov høg, soleiðis sum peningamarknaðurin nú er.
? Vit avtalaðu, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Bàrður Nielsen, skal taka málið upp við danska fíggjarmálaráðharran.
Tað merkir, at danir eru sinnaðir at tosa um at lækka rentuna.
Jóannes Eidesgaard sigur, at hetta er ein ávís sparing hjá føroyingum, hóas talan ikki er um tað stóra.
Ì løtuni betala vit 5% í rentu og tað er høg renta, soleiðis sum viðurskiftini nú eru.
Hinvegin eru lánini so nógv niðurgoldin nú, at hóast talan verður um eina rentulækking, verður fíggjarligi vinningurin hjá føroyingum avmarkaður.
Landsstýrið fleiri upplýsingar
Somuleiðis er danski forsætisráðharrin positivur fyri at broyta lógina, so at landsstýrið hereftir skal fáa somu upplýsingar frá danska fíggjareftirlitinum um føroyskar peningastovnar, sum danska stjórnin fær.
Anders Fogh Rasmussen heldur, at tað er rímiligt at Føroya Landsstýrið fær somu upplýsingar um viðurskiftini hjá føroysku peningastovnunum, sum stjørnin fær frá fíggjareftirlitinum.
Avtalað varð, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum skal eisini taka hetta málið upp við danska búskaparmálaráðharran.
? Hetta er eitt gamalt stríðsmál, tí longu í kjalarvørrinum á kreppuni, fýltust føroyingar á, at teir vistu ikki, hvussu tað var statt hjás bankunum, tí landsstýrið fekk ongar upplýsingar frá fíggjareftirlitinum, sum bara gav dosnku stjørnini upplýsingarnar. Í 1997 samtykti Løgtingið at arbeiða víðari við málinum og fyri kortum reisti eisini Tórbjørn Jacobsen, fólkatingsmaður, málið í fólkatinginum.
Men nú er líkt til, at tað ber til at finna eina loysn á hesum trupuleikanum