Samgongan, sum nú er skipað ímillum Javnaðarflokkin Tjóðveldi og Framsókn, hevur sett sær fyri at loysa trupla málið um hvønn rætt fólk skulu hava til at ferðast í føroysku náttúruni.
Tað var eisini eitt mál, undanfarna samgonga setti sær fyri at loysa, men hon kom ikki á mál – men nú fer hendan samgongan so eisini at gera eina roynd.
Í hesum sambandi sigur samgongan, at rætturin hjá føroyingum til at ferðast ı́ náttúruni skal tryggjast. Og tað skal vera ein rættur, sum er galdandi heilt av fjøllunum oman í fjøruna - og tað skal vera ókeypis.
Men samgongan sigur eisini, at í hesum sambandi skal hugsast um náttúruvernd og trygd. og tað skal eisini gerast við virðing fyri brúksrættinum og virkseminum hjá teimum, sum varða av jørðini.
Hinvegin hevur samgongan eisini sett sær fyri at leggja eitt serligt avgjald á ferðafólk, sum koma við higar við ferðafólkaskipum. Peningurin, sum kemur inn, verður markaður til at halda og verju náttúru og bygdagøtur.
Yvirhøvur skal ferðavinnan skipast á burðardyggum grundarlagi og ı́ samljóði við náttúru og fólkið ı́ oyggjunum.
Ferðavinnan skal skipast ı́ samstarvi við fólk á staðnum, sum eisini skal fáa á góðan av ferðavinnuvirkseminum ı́ økinum. Tá ið gjald verður tikið fyri vinnuliga ferðavinnu. skal tryggjast, at peningurin liggur eftir ı́ lokaløkinum, sigur samgongan.