Viljin - og hart arbeiði gera allan munin

- Og so hava vit nakrar fantastiskar rávørur, sum ikki finnast nógva aðrastaðni í heiminum

- Tað er viljin, sum ger munin – og so arbeiða vit øll hart í nógvar tímar hvønn dag.

 

Tað sigur Poul Andrias Ziska, høvuðskokkur á Koks sum er matstovan á Hotel Føroyum.

 

Í vikuni varð Koks kosin at vera besta matstovan í Norðurlondum. Koks varð tilnevnd, saman við nógvum øðrum av bestu matstovunum í Norðurlondum, men tað merkisverda er, at av øllum teimum tilnevndu matstovunum, er Koks tann einasta, sum ikki hevur eina Michelinstjørnu at prýða seg við.

 

Fyri at verða tilnevnd, skal matstovan fyrst vera á listanum yvir tær 66 bestu matstovunar í norðulondum og har var Koks nummar 18. Og tá ið avgerðin var fallin, segði fyriskiparin, Bent Christensen frá Den Danske Spiseguide, at Koks ”fremstod som en sikker vinder”:

 

Rás2 spurdi Poul Andrias Ziska, hvussu tað ber til, at eitt so ungt toymi, sum tey á Koks eru, kann fáa ein slíkan heiður. Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hvat hann svaraði.