Í gjárkvøldið lat flytingarvindeygað aftur í Evropa. Lítið hevur verið at hoyrt føroysk spælaraskifti, men bold.dk setti eitt skifti í gjár Viljorm Davidsen í samband við Silkeborg og Esbjerg.
Vinstri bakkurin á landsliðnum hevur annars spælt við Vejle BK síðani 2013, har hann hevur spælt góðar 200 dystir fyri besta liðið. Hann hevur sáttmála fram til summarið 2022, men greinin bendir á, at okkurt hevur verið undir uppsigling.
Bold.dk vísur á, at 29 ára gamli Viljormur Davidsen ikki hevur spælt nógv í hesum kappingarárinum. Síðani verður sagt at tað serliga er Silkeborg IF, sum hevur víst áhuga, men tað kravdi at Svenn Crone fór frá Silkeborg til Lyngby. Skiftið bleiv ikki til nakað.
Viljormur Davidsen er í løtuni við føroyska landsliðnum, sum í morgin klokkan 17 skal spæla móti Danmark.
##ms##