Tað er líkt til at Viljormur Davidsen er á veg til NSÍ, men at tey seinastu pappírini ikki eru komin upp á pláss enn, siga keldur hjá portalinum.
Viljormur Davidsen er leysgivin í FC Fyn og vendir eftir øllum at døma fyribils aftur til barndómsfelagið NSÍ. Hann hevur eins og Pól Jóhannus Justinussen skriva sáttmála fyri restina av kappingarárinum um øll pappírini koma upp á pláss.