Viljormur og liðfelagarnir framvegis á uppflytingarkós

Vejle er framvegis á odda í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, men teir máttu taka til takkar við einum stigi í kvøld

Viljormur Davidsen og liðfelagarnir í Vejle eru framvegis oddalið í næstbestu donsku fótbóltsdeildini aftaná javnleik 0-0 á heimavølli ímóti HB Køge fyrr í kvøld.

 

Viljormur Davidsen var við frá byrjan í dystinum, sum 2.300 áskoðarar vóru vitni til. Vejle rakti tvær ferðir træverkið hjá HB Køge, og hevði nóg mikið av málmøguleikum til at vinna dystin, sum var leiktur fyrr í kvøld, men eydnan var ikki við heimaliðnum. Við sigri hevði Vejle verið fimm stig undan Vendsyssel FF, sum er á øðrum plássi í deildini. 

 

Vejle er trý stig frammanfyri Vendsyssel, sum liggur á øðrum plássi. Liðið sum endar nummar eitt flytur beinleiðis upp meðan liðini, sum enda nummar tvey og trý spæla upp- og niðurflytingardystir ímóti liðum úr superliguni.

 

Komandi sunnudag vitja Viljormur Davidsen og liðfelagarnir Fremad Amager, sum er liðið hjá Heina Vatnsdal og Finni Justinussen.

 

Støðan:

 

1

Vejle 

17

10

5

2

28

16

12

35

2

Vendsyssel FF

17

9

5

3

36

21

15

32

3

Thisted

17

9

4

4

30

25

5

31

4

Esbjerg 

17

8

4

5

31

21

10

28

5

HB Køge

17

7

5

5

23

16

7

26

6

Viborg

17

7

4

6

34

28

6

25

7

FC Roskilde

17

6

3

8

25

29

-4

21

8

Nykøbing FC

16

6

3

7

22

27

-5

21

9

Fredericia

16

5

5

6

29

26

3

20

10

Fremad Amager

17

5

2

10

12

30

-18

17

11

Brabrand

17

3

4

10

16

36

-20

13

12

Skive

17

2

4

11

24

35

-11

1