Hann váttar í kvøld, at hann og FC Fyn hava longt um avtaluna fram til summar. Soleiðis skal hann hjálpa FC Fyn í stríðnum undan niðurflyting.
Viljormur Davidsen, sum spælir á føroyska U21-landsliðnum, er fastur maður á liðnum hjá FC Fyn. Tí eru teir í felagnum fegnir um, at NSÍ-arin heldur fram í felagnum og tað er hann eisini sjálvur.
- Mær dámar væl her og eg havi spælt fast á besta liðnum sum vinstri bakkur. Tað er spennandi og mær dámar væl at spæla hvønn dyst í 1. deild, sigur Viljormur Davidsen.
Saman við liðfeløgunum byrjar hann at venja aftur í morgin. Við í venjingini verður eisini Bjarni Jørgensen, sum fer at royndarvenja við FC Fyn.