Villa breyt sigursrøðina hjá United

Premier League: Tað bleiv ikki til sjey upp í slag, hóast Manchester United var ein spælari í yvirtal

Fyrstu dystirnir í 17. umfari í Premier League hava verið í dag. Manchester City heldur fram við at trýsta Chelsea í oddinum, meðan sigursrøðin hjá Manchester United bleiv steðgað á Villa Park móti Aston Villa, har liðini deildu stigini sína millum.

 

Fyrsti dysturin í dag var á Etihad leikvøllinum í Manchester, har eitt City lið uttan nakran framherja tók móti Crystal Palace. Hóast Sergio Aguero, Edin Dzeko og Stevan Jovetic sótu uttanfyri við skaða, so vann Manchester City 3-0.

 

Tí spældi City við James Milner sum fremsta manni. Tað var tó David Silva, sum stóð fyri avgerandi málunum. Hann legði Manchester City á odda bæði 1-0 og 2-0. Triðja málið skoraði Yaya Toure, sum til tíðir hevur verið útskeldaður hetta kappingarárið.

 

Manchester City liggur nú undir liðini á oddaliðnum Chelsea, sum spælir mánakvøldið.

 

Sigursrøðin hjá United steðgað

 

Manchester United hevði undan dystinum móti Aston Villa í dag vunnið seks dystir upp í slag. Aston Villa hevði undan dystinum í dag ikki vunnið á United á Villa Park í 19 ár. Tað broyttist heldur ikki í dag, men talan bleiv um ein javnleik.

 

Í fyrra hálvleiki legði Christian Benteke Aston Villa á odda, tá hann sendi bóltin upp í málkrókin. Manchester United var leikliga omaná og lønin kom stutt inn í seinna hálvleik, tá Ashley Young sendi eitt innlegg í høvdið á Radamel Falcao, sum stútaði bóltin í mál til 1-1.

 

Løtu seinnu fekk Gabriel Agbonlahor beinleiðis reytt fyri at takla Ashley Young. Hesum dóminum eru vóru bæði heimspælararnir og viðmerkjarar ósamdir í. Aston Villa megnaði at standa móti trýstinum frá Manchester United, sum eisini vildi hava brotsspark, tá innskifti James Wilson fór umkoll.

 

Manchester United er framvegis á triðja plássi í Premier League.

 

West Ham og Carroll sett met

 

West Ham setti við sigri á Leicester City persónligt met. Ongantíð hevur West Ham klárað at samlað heili 31 stig saman upp á 17 teir fyrstu dystirnar í landskappingini. Andy Carroll setti hol á og Stewart Downing sló sigurin fastan.

 

Tottenham hevur sett kós móti fjórða plássinum við enn einum sigri. Í dag vann Tottenham 2-1 á Burnley, sum undan dystinum hevði klatrað røttumegin niðurflytingarstrikuna. Erik Lamela setti trunf á í seinna hálvleiki við frálíkum vinstrabeins skoti.

 

Southampton vann aftur, eftir at hava tapt fýra teir seinastu dystirnar. Teir vunnu eitt sindur óvæntað heili 3-0 á Everton á heimavølli.  Swansea blandar seg framvegis í Evropa stríðið í Premier League. Hesa ferð við einum smølum sigri á Hull City á útivølli. Málveitsla var á Loftus Road, har Queens Park Rangers vann 3-2 á West Bromwich. Charlie Austin skoraði hattrick fyri vertirnar. Hetta er fyrsta hattrickið í Premier League hjá einum QPR spælara síðani 1993. Tá var tað Les Ferdinand, sum skoarði tað.

 

Premier League:

Manchester City – Crystal Palace 3-0

Aston Villa – Manchester United 1-1

Hull – Swansea 0-1

QPR – WBA 3-2

Southampton – Everton 3-0

Tottenham – Burnley 2-1

West Ham – Leicester 2-0

 

Í morgin:

Newcastle – Sunderland (13:30)

Liverpool – Arsenal (16:00)

 

Mánadagin:

Stoke – Chelsea (20:00)