Niels Kári Nielsen
Viðmerkingar til oddagrein týsdagin 3.10.06 um Motorsúkklur.
Tað virkar ótrúligt, at oddagreinin í einum sokallaðum seriøsum blað sum Dimmalætting, skal vera fullur í villeiðandi upplýsingum og beinleiðis heilaspuna.
Dimma skrivar: Flest allar motorsúkklur eru gjørdar til at kunna koyra meira enn 80 km/t.
Fakta: Nærum øll akfør yvirhøvur eru gjørd til at kunna koyra meir enn 80 km/t.
Dimma skrivar: Avgjaldið er lutfalsliga nógv lægri fyri motorsúkklur enn fyri bilar.
Fakta: Avgjaldið á bilum verður roknað av upprunavirðinum, 50% av teimum fyrstu 70.000 og 75% av restini, (hetta vil í einum minni/meðal bili geva eitt avgjald uppá 50%)
Avgjaldið á motorsúkklum verður somuleiðis roknað eftir upprunavirðinum, og er tað 50%.
T.v.s. at ongin munur er á avgjaldinum, tá ið netto-prísurin er minni enn 70.000 kr., og tað er hann á flestu motorsúkklum, ið seldar verða í Føroyum.
Dimma skrivar: At innflutningurin av motorsúkklum er fleirfaldaður síðani avgjaldið lækkaði 01-01-2006.
Fakta: At í 2004 vórðu 6 nýggjar og 95 brúktar motorsúkklur skrásettar, meðan tað í 2005 vóru sera fáar motorsúkklur skrásettar, tí fólk vistu, at avgjaldið møguliga fór at lækka.
Í 2006 eru 237 nýggjar og 19 brúktar motorsúkklur skrásettar, og tá ið talan faktiskt er um innflutning fyri 2 ár, so er tað ikki nógv meira enn vanligi innflutningurin hevur verið. Tó er ein týðilig broyting, og er tað, at tað í dag nærum bert verða skrásettar nýggjar motorsúkklur, sum eisini var ætlanin við at lækka avgjaldið.
Eg vil heita á skrivaran av oddagreinini í framtíðini at gera eitt betri kanningararbeiði, áðrenn upplýsingar vera slongdir út, sum einki hald eru í.
Men um ætlanin er at nærkast støðinum á donskum slaturbløðum, har endamálið bert er at finna uppá okkurt sum selur nøkur eyka bløð, uttan at hugsa so nógv um, hvat er sannheit ella lygn, so er hetta møguliga mátin.