Enn einaferð var ein nýggj fløga á marknaðinum, og hetta er tann fyrsta fløgan hjá Holgari og hansara villmonnum. Tað er Holgar Jacobsen, sum stendur á odda fyri bólkinum, og hann syngur og spælir guitar.
Holgar sigur, at henda útgávan spennir víða, tí løgini eru alt frá aukustiskum løgum til harðan rokk, og at hetta er guitarbaseraður tónleikur.
Alt tilfarið á fløguni er heimagjørt, og tey flestu løgini eru nýggj, men nøkur eru gjørd fyri nøkrum árum síðani. Tað er Holgar Jacobsen, sum hevur smíðað øll løgini og gjørt orðini til tey. Einki av hesum løgunum er innspælt fyrr.
Leingi á veg
Holgar og Villmenn hava leingi havt ætlanir um at geva fløgu út, og tosað hevur verið um eina fløgu seinastu trý árini. Ikki fyrr ein verkfallið hjá arbeiðarafeløgunum var í vár, fingu teir stundir at fara undir upptøkurnar.
Hinir limirnir á bólkinum eru Jákup á Stongum (kór og akk. guitar), John Edvin Joensen (bass) og Albin Wang Ísakson. Navnið Holgar og Villmenn er frá einari Prix Føroyar kapping, og tað hevur hingið við síðani.
Holgar Jacobsen hevur verið við til at givið tvey bond út fyri nøkrum árum síðani. Tað eina var við bólkinum Sørvings, har Jákup á Stongum eisini spældi við, og hitt var við bólkinum Ghostrider. Bondini vórðu útgivin í 1989 og í 1990.
Fløgan er upptikin í Studio Pegasus í Klaksvík, og Holgar sjálvur er væl nøgdur við úrslitið og ljóðið. Plátufelagið Tutl gevur fløguna út.
In G (les Ingi) Isaksen hevur staðið fyri upptøkuni, og hann hevur harumframt eisini spælt tangentar á nøkrum løgum.
Fløgan er framleidd í Týsklandi og fæst nú í sølubúðunum.