Formaðurin í Sosialistiska Fólkaflokkinum í Danmark, Villy Søvndal, hevur í morgun kunngjørt, at hann fer frá sum floksformaður. Villy Søvndal er eisini uttanríkisráðharri, og hann heldur fram í tí embætinum, sigur hann.
-Avgerðin hevur einki við valúrslitið at gera. Eg verði 63, tá val verður aftur, og eg hevði ongantíð ætlað at standa á odda fyri flokkinum, tá eg komi í tann aldurin, sigur Villy Søvndal.
Hann hevur í morgun kunnað hinar ráðharrarnar hjá SF um avgerðina, og fyrrapartin fer hann at halda tíðindafund. Hann vil ikki siga nakað um, hvør eigur at taka við.
Villy Søvndal hevur verið formaður í SF síðani 2005.