Hóast ráðharralistin hjá teirri komandi stjórnini í Danmark ikki verður almannakunngjørdur fyrr enn í morgin, eru tað nøkur nøsvn, sum sambært fjølmiðlunum fara at standa á listanum.
Tað er greitt, at Helle Thorning-Schmidt verður forsætisráðharri, og so vænta fjølmiðlarnir, at tann radikali formaðurin, Margrethe Vestager, verður búskaparmálaráðharri, og at SF-formaðurin, Villy Søvndal, verður uttanríkisráðharri. Onkrar keldur vilja vera við, at uttanríkisráðið verður býtt sundur, so onkur annar enn Villy Søvndal skal umsita Evropa-viðurskifti og uttanríkishandil.
Fleiri viðmerkjarar hava víst á, at tann 58 ára gamli Villy Søvndal dugir ikki nóg væl enskt til at røkja uttanríkismál, men tað hevur kortini verið greitt leingi, at hann skuldi umsita uttanríkismál.